Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Varðin: Nú er svartkjafturin komin inn í föroyskan sjógv, og svartkjaftaskipini hava fingið nógvan svartkjaft seinastu dagarnar.

Upp ímóti 40 svartkjaftaskip lógu suðuri við markið og bíðaðu eftir at svartkjafturin kom inn í föroyskt öki. Harav vóru knapt ein fjórðingur av teimum föroysk skip; ein stórur partur av skipunum eru íslendsk skip.

Íslendarar hava hækkað sær svartkjaftakvotuna nógv í ár, og fiska teir alla kvotuna í föroyskum sjógvi. Teir landa allan sín svartkjaft í Íslandi, og föroyingar hava onki krav sett, um at teir skulu landa ein part av fiskinum, teir fiska í föroyskum sjógvi, í Föroyum – hóast teir krevja at föroyingar landa ein part av fiskinum í Íslandi, sum vit fiska í Íslandi.

Tá so nógv skip fáa fulla last í senn, er sjálvandi kö fyri at sleppa framat at landa hjá Havsbrún. Finnur Fríði var liðugur at landa sunnudagin, og fóru nýggjan túr. Tróndur í Götu kom til kaj sunnukvöldið, og sloppu framat at landa á dögurða mánadagin, og loystu aftur í morgun. Jupiter hevur kós ímóti Fáðskrúðsfyrði í Íslandi. Teir hava ca.2500 tons. Í Føroyum hövdu teir ikki sloppi framat at landa fyrr enn í fyrsta lagi hósdagin. Borgarin og Høgaberg skulu fyrst framat í Fuglafirði við ávíkavist 2600 og 2000 tonsum.

Prísurin í Íslandi er tann sami sum í Føroyum. 1,10 krónu fyri kg. Tilfeingisgjaldið er 20 oyru fyri hvørt kilo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann