Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Vinna

Heimskenda matstovan KOKS fær nú eina permanenta adressu, tí nú er klárt at fara undir byggingina niðan fyri Hotel Føroyar, í Kerjum.

Tað váttar Jóhannes Jensen, stjóri, fyri VP.

Men til bygningurin stendur klárur, helst einaferð í 2019, so skal KOKS hava eitt annað høli, tí KOKS fer ikki at brúka hølini í Kirkjubø, sum matstovan hevur húsast í.

Jóhannes Jensen sigur, at hugt hevur verið eftir øðrum hølum, men enn er ikki tikin endalig støða til, hvar KOKS fer at húsast til bygningurin í Kerjum stendur klárur.

- Sum støðan er beint nú við nýggja byggiloyvinum, so er ætlanin at fara undir byggingina, men avgerðin er ikki endalig, sigur Jóhannes Jensen.

- Brandið KOKS er so sterkt nú, at okkara royndir vísa, at tað er næstan líkamikið, hvar KOKS er, so fær matstovan fult hús, sigur stjórin.

Sambært stjóranum eru 85 prosent av kundunum útlendingar.

Innan eina viku roknar Jóhannes Jensen við, at endalig støða er tikin til, hvar fasta adressan hjá KOKS verður í framtíðini.

Les eisini:

KOKS byggir nýggja matstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo