Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Tað munnu ikki vera so fáir føroyskir fótbóltsfjepparar, sum droyma um at fáa Leeds United aftur í ensku Premier League.

Gamla stórfelagið, sum var í hæddini í 1970-unum við Don Revie á odda, og sum eisini vann hjørtuni hjá mongum manni og mangari kvinnu síðst í nítiárunum og fyrst í 00-unum, er nú av álvara við at fáa fóta sær aftur.

Eftir at 24 av 46 umførum í næstbestu ensku deildini eru avgreidd, liggur Leeds United nevniliga á einum 1. plássi við 51 stigum.

Nummar tvey í English League Championship, sum deildin eitur, er Norwich City við 48 stigum, meðan nummar trý er West Bromwich Albion við 45 stigum.

Í gjár vann formsterka Leeds 3-2 ímóti Blackburn Rovers á heimavølli. Leeds hevur nú vunnið seks dystir á rað.

Tvey tey bestu liðini flyta beinleiðis upp í Premier League, meðan nr. 3-6 spæla playoff dystir um tað triðja og síðsta uppflytingarplássið.

Maðurin, sum stendur á odda fyri Leeds United - og tað hevur hann gjørt síðan í summar - er tann karismatiski Marcelo Bielsa frá Argentina, sum eisini er kendur frá tíð sínari í Marseille og Athletic Bilbao.

Sí brot við Bielsa niðanfyri og málini frá dystinum í gjár her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo