Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú líður ímóti seinastu døgum til havhestafleyging á hesum vetri. Vit plagdu at halda, at í januar vóru teir bestir, men í apríl flestir.

Hóast evnini eru minkað, so leitar hugurin ímóti bakkanum og havinum, tá ein kemur framvið, um havhesturin "er í" ella ikki.

Mær kunnugt er tað bert í Suðuroy, at hesin fuglur verður nevndur Náti. Aðrastaðni, tá talan er um náta, so verður rokna við ungunum, sum koma á sjógv seinast í august og fyrst í september.

Men fleygaøki hjá okkum her á Sandi var í mestan mun partur av berginum ímillum Salthøvda og Søltuvík, nevnt "Yviri á Egg. Har búleikast og reiðrast nógvur fuglur á rókum og í bøkkum v.m.

Í míni tíð á Sandi var tað mest saman við sváginum Jón - íslendskt kelinavn Nonne-. Hann var vanur at fleyga har, uppvaksin á Sandi, og kendi øll støðini. Besta ættin var útnorðingur. Einasta ætt, ið ikki kundi brúkast, var útsynningur vestan, lá beint inn í, so tá kom fuglurin ikki nær. Onkustaðni var útsynningur og sunnan eisini góð ætt.

Tá líkindini sóu út at vera í lagi, so fóru vit - hvønn morgun í frítíð - yvir á egg. Mangan var lítið og onki av fugli at síggja, men Nonni segði altíð: Ver tolin. Tá líkindini eru,so kemur hann. Lat okkum bíða við einum kaffimunni. Og tað sama hendi hvørja ferð. Vit sóu havhest koma inneftir ímóti landi tætt niðri við sjógvin, og tað eydnaðist hvørja ferð. So kom hann upp í bergið, og tá stóð til at bjarga!

Besta dagin høvdu vit fingið 525 havhestar, men tá var nokk ein onnur fleygastong partvís við. At bera heim haðan er lutvís lætt, nærum slætt og lítil undarbrekka. Hetta var sjálvsagt í bilin. Borið varð til skiftis.

Alt varð skoldað. Tá komu konur og vinfólk við, kaffi og pannukøkur-kanska ein øl, minnist ikki!

Annars man havhestur vera tann besti matfuglurin, vit eiga, um enn lundi, lomvigi og álka eru góðir.

Umleið 20. mei varð fari at síga eftir havhestaeggum, og tað gav rímuliga nógv. Í hesum tíðum var hetta ikki ein avgerandi partur av mattilfeinginum fyri at yvirliva!

Tann vanliga sceremoniin, tá komið var heimaftur, serliga eftir síging, tí tá vóru fleiri, hesar løtur eru ógloymandi!

Eyðun Mohr Viderø
08-04-2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo