Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Fleiri prestar eru farnir at bjóða fólki vælkomnum í kirkju.

Í mínum uppvøkstri komu fólk stillisliga í kirkju, settu seg í onkra av bríkunum, nøkur høvdu fasta brík, onnur settu seg har pláss var.

Øll vóru líka, eingin fekk serliga innbjóðing – ella í heilatikið, eingin var boðin vælkomin, tí øll mundu kenna seg heima í Guðs húsi.

Kirkjan var heimið hjá tí kristna kirkjuliðinum, har vóru øll javnsett, heilt frá presti innari í kóri, til gomlu Marina á aftastu brík.

Tí havi eg sett mær sjálvum spurningin:

Er kirkjan vorðin eitt bygdarhús, og ikki longur eitt heim?

Tí er hon andaliga heimið hjá hinum kristna kirkjuliðinum, so býr ein familja í henni eins og í øllum vanligum heimum; og tú býður ikki tínum egna húsfólki vælkomnum inn á gólvið.

Hevur hjúnafelagin verið til handils, so býður tú honum ikki vælkomin, tá ið hann kemur aftur.

Ella tá ið børnini koma heim út skúlanum, so býður tú teimum ikki vælkomnum inn á gólvið – tey búgva har eins og tú sjálvur býr har.

Hinvegin, koma gestir á gátt, so býður tú teimum sjálvandi vælkomnum.

Men gestirnir fara avstað aftur, húsfólkið verður verandi.

Tí er spurningurin:

Er kirkjufólkið vorðið gestir, (eitt publikum) ella er kirkjuliðið eitt húskið?

Og er prestur ikki longur ein faðir, men ein vertur, ið býður gestum vælkomnum inn á gólvið hjá sær?

Sjálvur kenni eg meg sum hin fráfalni burturfarni sonurin, tá ið eg verið boðin vælkomin í kirkju.

Kenni meg illa, tí eg gangi nærum hvønn sunnudag í kirkju, og havi altíð mett kirkjuna sum mítt andaliga heim, og ikki sum eitt forsamlingshús.

Nú vera vit eisini av og á boðin meira enn vælkomin, hvat tað so er?

John S. Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo