Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Havstovan: Nú fara tær seinastu lundapisurnar, sum Havstovan hevur víst upptøkur av í summar. Tær hava mist tað mesta av dúninum, snøggað sær fjaðrarnar og strekt veingirnar. Lítil friður er á teimum, og tær mala nógv út og inn og standa longi í munnanum á holuni. Tað vóru 13 pør, sum vurpu í tey 15 reiðrini, sum eftirlit er við, og 12 pisur komu út, og tað sær út til, at tær allar verða floygdar. Nú eru bara tvær pisur eftir (26. aug. 2019), og tær fara helst fyrsta dagin.

Við stuðli frá Føroya Tele hevur borið til at sæð úrslitini beinleiðis á internetinum, og seinastu pisurnar síggjast her.

Mesta føðin hevur verið nebbasild, men støddin hevur ikki verið tann rætta. Oftast vóru nebbasildirnar, sum eru gýttar í ár, bara um 5 cm langar og sera klænar, so har var lítið føðsluvirði í teimum, men við hvørt komu lundarnir við bara einari stórari nebbasild í senn, sum var um 12 cm. Hetta er nebbasild, sum er meira enn eitt ára gomul og ov stór til ungar pisur, men góð føði hjá teimum eldru pisunum.

Havstovan hevur fylgt við gongdini í 15 lundaholum í Skúvoynni síðani 2005. Lundareiðrini eru gjørd úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Eitt kamera vísir eisini lundalandið við o.u. 50 holum.

Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd, men í 2014 kom vend í, og síðani tá eru allar pisurnar floygdar.

Sum árini frammanundan, hevur sera lítið av lunda verið at sæð í lundalandinum og á sjónum útfyri, men í august mánað vóru nakrir dagar, har rættiliga nógvur lundi var at síggja, so kanska tað vóru lundar, sum eru komnir undan síðani 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo