Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú gongur sjón fyri søgn, tað var sum eg bar ótta fyri  og gjørdi greitt í lesarabrøvum fyri stuttum.

Komandi útbúgvingin í løgfrøði á Setrinum kann, sum er, ikki brúkast í rættarskipanini:

1.    Mann kann ikki gerast advokatur
2.    Mann kann ikki gerast dómari
3.    Mann kann ikki gerast ákæri

Tað staðfesta bæði Løgmansskrivstovan og danska Løgmálaráðið. 

Útbúgvingin er heldur ikki góðkend av donsku útbúgvingarmyndugleikunum, og fyrr enn tá nertir danska Løgmálaráðið ikki við rættargangslógina. Full vissa má sjálvandi vera fyri, at útbúgvingin er sambærilig við ta fornemmu donsku jura-útbúgvingina, ið er tillagað okkara væl skipaðu donsku rættarskipan.

Kortini hevur Setrið skrivað á sína heimasíðu, at 5 ára útbúgvingin fer at geva atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m.

Hevði hetta verið marknaðarføring, hevði tað nokk komið undir grova villleiðing, tí hetta er eftir øllum at døma beinleiðis skeivt - og pínligt!

Hvørki Setrið ella nýggja landsstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, hava víst teimum lesandi ella fakinum so mikið av virðing, at tey hava kannað nakað so grundleggjandi sum hetta, áðrenn útbúgvingin bleiv góðkend. Ímyndið tykkum, um hetta fyrst kom fram, tá ið onkur var farin ígjønum eina fimm ára langa útbúgving.

Tað var viktigari fyri nýggju landsstýriskvinnuna at fáa okkurt skjótt á politiska avrikslistan og so at satsa uppá, at tað gekk, heldur enn at tryggja ungdóminum her í landinum eina veruliga útbúgving í løgfrøði.

Eina útbúgving, ið kann geva somu møguleikar sum tann etableraða danska útbúgvingin í løgfrøði gevur.

Men nú verður spennandi at lesa svarið til § 52a fyrispurningin frá partamanninum, Helga Abrahamsen, til Honnu Jensen.

Um svarið ikki er í tráð við greiðu støðuna hjá danska Løgmálaráðnum, er spurningurin, um ikki grundarlag er fyri einum misáliti á landsstýriskvinnuna.

Hetta málið er ein gøla, og dømi um óseriøsitet og eina landsstýriskvinu, ið heldur føroyskan ungdóm fyri gjøldur. 

Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at feløgini fyri tey lesandi nú tala harðliga at Setrinum og landsstýriskvinnuni í skúlamálum.

Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo