Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Leirvíks Páll Skótarnir: Nú hava úlvarnir endiliga fingið teirra gonguskjøldur. Fyri at bera gonguskjøldur, skal úlvin ganga ein tein á 20 km (1.-2. fl.) ella 30 km (3.-4. fl.) innan eitt døgn. Harumframt er krav at man fyrst skal hava gingið minst tríggjar venjingartúrar, ið svara til 1/3-3/4 av endaliga strekkinum.

4 venjingartúrar í haga og eftir vegnum hava verið. Fyrstu ferð varð gingið í økinum við Toftavatn. Næsti túrurin var eftir Oyggjarvegnum til Leynavatn. Triði túrurin byrjaði í Leirvík og endaði í Syðrugøtu. Síðsta venjingartúrin var gingið frá Fuglafirði til Gøtugjáar, um Jøklaskarð og Trælavatn.

Nógvir úlvar hava luttikið á einum ella fleiri túrum, og 11 av teimum, hava í dag gingið 20 og 30 km og harvið uppfylt øll krøvini til gonguskjøldri. Í gjár koyrdu úlvarnir til Eiðis og hava verið á tjaldlegu har. Í morgun gingið tey so frá Eiði til Gjáar og tey yngru endaðu so í Funningi, meðan eldru úlvarnir forsettu til Funningsfjørð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo