Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Bøkur

Týsdagin 25. oktober kemur myndabókin Á veingjum 2 út.  Hetta er ein myndabók við myndum, sum Andreas Mouitsen hevur tikið úr tyrlu á nógvum av sínum mongu ferðum kring landið.

Á veingjum 2 er framhald av Á veingjum, sum kom út í 2014.

Ferðin byrjar har, vit endaðu seinast, nevniliga sunnast í Føroyum við Sumbiarflesjarnar og Akraberg, og vit ferðast norðureftir í ymsum  veðri, ymsum ljósi og ymsum árstíðum. 

Vit síggja Føroyar og ymsu føroysku landsløgini úr óvanligum og sjáldsomum heraðshornum, sum tú ivaleyst ongantið hevur sæð. 

Á ferðini eru stuttar frágreiðingar á føroyskum og enskum um tey ymisku økini. Økini eru býtt í litir, so tú ikki villist í bókini og alla tíðina veit, hvar vit eru stødd.

Bókin er ætlað bæði føroyingum og útlendingum, ungum sum gomlum, og hon er væl egnað sum gáva.

Bókin er 264 blaðsíður.

Set teg væl til rættis og kom við á eina flogferð aftrat um Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo