Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Vinna

- Vís ferðafólki, hvussu tey á tryggan hátt kunnu uppliva Føroyar, og samstundis virða føroysku náttúruna og lokal samfeløgini. Besta hugskotið fær 10.000,- kr. frá Visit Faroe Islands, og um hóskandi, verður møguleiki fyri at menna hugskotið til ein film.

Soleiðis sigur Visti Faroe Islands um nýggju kappingina sum eftir ætlan skal vera við til at bøta um tær minni góðu avleiðingarnar sum ein vaksandi ferðavinna kann hava við sær.

- Áhugin fyri Føroyum økist og ferðavinnan stendur í vøkstri. Stórur tørvur er á samskifti, at kunna og læra tey ferðandi um føroysk viðurskifti, soleiðis at tey fáa eina betri heildar uppliving av Føroyum sum ferðamál, har trygdin og virðingin fyri umhvørvinum er í hásæti. Tí er henda kappingin sett ígongd, sigur Visit Faroe Islands.

- Tú fær nú møguleikan at menna eitt hugskot til ein film, ið kunnar ferðafólkum um Føroyar og føroysk viðurskifti, við tí endamálið at ferðin í Føroyum verður betri, tryggari og ikki minst stuttligari. Eitt nú, hvussu kunnu ferðafólk taka atlit til skiftandi veðurlagið, harðligu og viðkvæmu náttúruna og bygda- og gerandislívið. Við øðrum orðum, hvørji atlit tey skulu taka í mun til náttúru, djóra- og fuglalív og fólki í Føroyum, stendur í lýsingini av kappingini.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo