Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Løgtingið hevur fyrrapartin einmælt samtykt uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at geva teimum sum leiga út ein størri part av leiguni áðrenn skattur skal rindast.

Higartil hevur tað verið so, at  tú kundi leiga út skattafrítt fyri upp til 24.000 krónur um árið. Men hetta talið verður so frá nýggjárinum broytt til 50.000 kr.

Broytingin er tó bert galdandi fyri tey sum langtíðarútleiga, tað vil siga ikki fyri tey sum leiga út í stutta tíð til eitt nú ferðafólk. Og tað er júst fyri at standa ímóti hesum trýstinum frá ferðavinnuni, at landsstýriskvinnan er komin í tingið við uppskotinum.

Landið fer at missa 1,7 mió kr og kommunurnar 1,3 mió kr av uppskotinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo