Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Siðvenja er, at floksformenn takka veljarunum fyri stuðulin, tá valið er lokið. Hóast summir eru vónbrotnir og aðrir fegnir, so ynskja teir í vanligum kurteisi eisini hvørjum øðrum tillukku við úrslitunum.

Hesa venju hevur formaður Framsóknsins kortini ikki hildið í hevd, nú hann í poltiskum firtni á portalunum ikki kundi bara sær, men ístaðin ávarar føroyingar um:

” … at úrslitið av valinum kann gerast katastrofalt. Vinnuliga, búskaparliga og etiskt kunnu vit verða skotin aftur í fortíðina…. og tað er okkara skylda at ávirka soleiðis at politikkurin hjá Fólkaflokkinum …. ikki vinnur frama”.

At taka í egnan barm tykist har at vera óhugsandi. Flokkurin hevði afturgongd uppá 33%, er nú minni enn Miðflokkurin og um reppið kláraði tvey umboð, har formaðurin, við hálvering av persónligum atkvøðum, akkurát datt inn um tinggáttina. Men tað hava hini sum skilst skuldina av?

Lyftisbrot
Tað er alkunnugt, at Framsókn hevur framt størstu lyftisbrotini nakrantíð. Borgaligir veljarar, sum á sinni lótu seg tøla at velja flokkin, kundu av røttum kenna seg púrasta sviknar.

Og tríggjar dagar undan valinum avdúkaði flokkurin eisini á skrift sín politiska hugburð.

Ístaðin fyri at siga, hvat flokkurin vil, gjørdi formaðurin í Framsókn slysálop á bygdirnar og Fólkaflokkin, tá hann á skrift niðrandi boðaði frá, at

”Hugburðurin í útjaðaranum má undir ongum umstøðum sleppa at taka kvørkratak á høvuðsstaðnum, sum er og skal vera opin, tíðarhóskandi, frílyntur og litríkur”.

og um Fólkaflokkin helt hann speiandi fyri,

”at flokskandidatar (í Havn, red.) bæði av bygd og úr býi renna hvønn annan um koll…. Endamál teirra við at vinna valdið í høvuðsstaðnum er ikki at stuðla undir opinleikan og litríkidømið her…. Í flestu andstøðuflokkunum rekur tað hart móti tí modernaða og frílynta lívinum…”.

Tað var skilligt - har var eingin politikkur, burtursæð frá nøkrum nápaðum fólkafloksplagiatum. Flokkurin líktist mest einum leyki - ber skøl, eingin kjarni.

Fuglarnir á tekjuni
Harafturat hevur Framsókn í sosialistisku samgonguni verið álitið at fremja størsta  útreiðsluvøkstur nakrantíð. Almennu útreiðslurnar eru vaksnar við heilari milliard í fýra ár, samstundis, sum flokkurin glaðbeintur hevur álagt vinnum og borgarum ótal av eykagjøldum. Og nú bíðar ein fjald eykajáttan, ið táttar í 100 mio kr.

Í landsstýrinum er púrt einki komið av skafti - uttan ótálmað miðlaumtala.

Vinnuhúsið sóknaðist áhaldandi eftir dagførdum vinnupolitikki, men ikki ein stavur bleiv feldur á blað. Reypið um útlendingamálið endaði í ongum. Einki loftrúm. Stjórnarskipanin endaði aftur í skuffuni, og á ferðavinnuøkinum blivu eingi stig tikin. Har er gongdin í fjall og fjøru um at vera kaotisk.

Alt fuglar á tekjuni. Ótaldar uttanlandsferðir, tíðindaskriv og myndatøkur. Eingi úrslit, uttan onkur copy paste sáttmáli.

Hóttan
Bygdirnar og Fólkaflokkurin blivu so trupulleikin? - Ja, okkurt skal elendigheitin nú eita.

Ístaðin fyri at síggja ríkidømið í einum fevnandi Føroyum, har bygdirnar eiga størsta lutin í okkara útflutningi, og harvið í okkara felags vælferð, ja - so blivu tær hóttar.

Og at Fólkaflokkurin framhaldandi arbeiðir fyri einum modernaðum og framkomnum Føroyum, har tryggir karmar eru um familju- og vinnulívið, bæði í Havn og um landið alt, fekk ilt í Framsókn.

Tað er kanska ikki uttan orsøk.

M.a. er førdi politikkurin beinleiðis orsøk til, at tað í dag er nærum ógjørligt hjá ungum at fáa tak yvir høvdið í Havn, tí prísirnir eru farnir upp við minst 40%, síðani almenna útreiðsluveitslan hjá Framsókn og samgonguni byrjaði.

Soðið var tunt. Tí er heilsanin á portalunum um dagarnar nú ikki annað at rokna enn politiskur (tragi)komikkur.

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo