Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Seinastu tíðina eru fleiri bøndur farnir at krevja inn gjald frá ferðafólki fyri at ganga í ávísum støðum kring landið.

Ferðavinnan er voksin nógv síðstu árini, og er tað í sambandi, at gjøldini eru ásett.

Nú er eisini gjald ásett fyri at ganga niðan á Villingadalsfjall á Viðoy.

Villingadalsfjall er triðhægsta fjall í Føroyum og eitt av best umtóktu ferðamálunum í landinum.

Tað kostar nú 200 krónur at ganga niðan á Villingadalsfjall uttan ferðaleiðara - og umleið 500 krónur við ferðaleiðara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo