Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Bøkur

Uppslagið “Hvat eitur alt á mær?” fæst nú til keyps í bókabúðunum kring landið og á Tjóðsavninum.

Uppslagið lýsir heitini á mannakroppinum, og er tað fyrst og fremst ætlað børnum og ungum, so tey lættari kunnu læra at kenna hesi heiti. Uppslagið hevur A3-stødd og hevur tískil hóskandi stødd til t.d. at heingja upp í barnakømrum. Uppslagið er lagt við bleðli, so tað tolir at verða handfarið.

Eisini vaksin, ið ikki kenna øll heitini, kunnu fáa stórt gagn av uppslagnum, ikki minst tey, ið hava tørv á heitunum í teirra starvi.

Á uppslagnum eru genta og drongur, og ávísir kropspartar eru teknaðir neyvari, t.e. hond, fótur, høvur, eyga, oyra, munnur og tenn.

Miðað hevur verið eftir at gera uppslagið so námsfrøðiligt sum møguligt, so tað er lætt hjá børnum at skilja og læra.

Hetta uppslag hevur støði í einum størri uppslagi, 50 x 70 cm, ið varð gjørt í sambandi við eina verkætlan frá 2017, ið fevndi um, at allir barnagarðar, frítíðarskúlar, skúlar og frískúlar í Tórshavnar kommunu fingu slíkt uppslag.

Heitini til upprunaliga uppslagið vórðu ásett í samráð við Málstovuna og Nám. Harumframt varð leitað til heimildarfólk úti um landið. Eisini veitti Jóhan Hendrik W. Poulsen ráð, tá ið ivamál tóku seg upp.

Nøkur heiti eru sett afturat til hetta minna uppslagið. Umframt at spyrja heimildarfólk hevur Anfinnur Johansen, málfrøðingur, verið tikin við upp á ráð.

Uppslagið byggir sostatt á haldgott støði og er góðkent undirvísingartilfar hjá skúlum, frítíðarskúlum og barnagørðum.

Stigtakari er Marjun A. Simonsen, málfrøðingur, ið hevur virkið Orðafragd. Teknað tær sera góðu og neyvu myndirnar hevur roynda listakvinnan, Astrid Andreasen.

Stuðlað útgávuni hevur Mentamálaráðið.

Uppslagið er í A3-stødd. Føroyaprent hevur sett upp og prentað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo