Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú haldi eg, at henda niðurgerðingin av reiðarum og fiskimonnum skal halda uppat.

Teir eru ikki noyddir at menna seg!

Hvat býr undir orðinum hjá formanninum í Búskaparráðnum um menning?

Hvat hugsar hann ítøkiliga um?

Hví skera hesir setursdreingirnir ikki sítt roknistykki út í papp fyri almenninginum um hasa milliardina í tilfeingisrentu?

Er tað tí, at tað eru manningarnar sum skulu gjalda størru helvtina av hasi milliardini?

- Tað er tryggari fyri reiðarin at keypa á eini uppboðsølu einaferð um árið, enn tað er at fáa rullandi loyvir í 10 ár.

Slíkt kann bert ein smádrongur siga, sum er skúlaður av "setursfrøðini".

Fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo