Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fìggjarmálaráði hevur nù endaligani staðfest, at Vágs kommuna hevur alt ov stòran fìggjarligan lut ì sjálvsognarstòvnunum Páls høll og Marghøllini. 

Hettar ùtfrá teimun forskriftum og lògum sum eru um sjálvsognarstòvnar og heimildum sum ein kommuna hevur ùtfrá kommunustýrislògini. 

Har tað klárt kemur fram, at Vágs kommuna er meira enn 20 % aktiv ì hesum báðum sjálvsognarstovnum. Tað er ikki ì tráð við lògina um sjálvsognarstovnar og heldur ikki ì tráð við kommunustýrislògina.

Sum partur av samgonguni hjá Vágs kommunu og sum limiur ì stýriðinum fyri Páls høll, fari eg at mæla til at okur fylgja boðunum hjá fìggjarmálaráðnum og landsins myndugleikum og taka hesar báðar sjálvsognarstovnar við ì fìggjarlògina hjá Vágs kommunu fyri 2019. 

Somuleiðis fegnist eg um, at stýrið fyri Páls høll hevur biðið Vágs kommunu um yvirtøku. 

So er Marghøllin eftir og henni var eg ìmòti, orsakað staðsetingini og fìggjarligum ávum. Hòast hon ì dag er ein vælvitjað høll sum øll fegnast um.

Fìggjarliga hevur Páls høll alt ov stòrar ùtreiðslur at dragast við og tungt er at reka høllina sum ein sjálvsognarstovn, sama er galdandi fyri Marghøllina. 

Lat meg sláa fast, at mær dámar væl allan aktivitet her ì Vági og nògv er komið av skafti, men okur mugu arbeiða við viti og skili. 

Okur mugu so avgjørt ikki seta okkum ìmòti landsins lògum.

Levi Mørk
býráðslimur ì Vági

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo