Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Nú stendur dagstovnaøkið fyri skotum á Vaglinum í Havn. Verandi samgonga fór upp á val við slagorðunum, at nú skuldi dagstovnaøkið uppraðfestast, fleri pedagogar inn á stovnarnar og fleiri pengar játtast, sum skuldi síggjast aftur á barnagørðunum við hægri normeringum.

Men nú skal knappliga raðfestast øðrvísi og fremjast skulu bygnaðarbroytingar, har barnagarðsøkið við omanfyri 30 dagstovnum skal býtast upp í 5 størri rakstrareindir við hvør sínum eindarleiðara. Hvat merkir so tað.

Jú, vit fáa eitt umsitingligt lag oman á verandi skipan, og pengarnar fara til umsiting, ístaðin fyri at gera mun í hvørjum stovni sær - nú verður minni til hvønn stovnin at gera gott við og meira umsiting.

Hetta hevur so aftur við sær, at fyri, at hesin eindarleiðarin skal kunna fylla sína rollu út sum leiðari, ja so skal hesin fóðrast við upplýsingum, seta spurningar til einstaka stovnsleiðaran o.a., t.v.s. at verandi stovnsleiðari nú álíkavæl ikki fær leysgivið nakra av sínari umsitingarligu orku.

Hesin býráðsmeirilutin hevur sett fólk at loysa umsitingarligar uppgávur meira enn gott er - og ikki har tað veruliga er brúk fyri meira starvsfólkum til tænastur beinleiðis til borgaran. Einki sæst aftur við meira starvsfólkaorku, hvørki á barnagørðunum ella á Ellis- og røktarheimunum, har tey skríggja eftir meira fólki - Boðanesheimi er eitt gott dømið av mongum.

Tað kann tykjast løgið, at pedagogfelagið gongur við til slíkar bygnaðarbroytingar og at felagið ikki heldur vil, at gjørdar verða fleiri normeringar fyri barnagarðsøkið í Havn.

Mín áheitan er tí, komi nú til fornuft í onkrum máli og uppraðfesti dagstovnaøkið. Fleiri fólk til børnini og færri umsitingarlig løg - tí hesir eindarleiðarar fara bara at ganga runt og spyrja og stjala tíð frá teimum, sum eru eftir í barnagørðunum at ansa okkara børnum.

Enn ein rakstrarútreiðsla upp á umleið 2,5 mió.kr. árliga, sum ikki ger mun á gólvinum, men bara økir um umsitingarútreiðslurnar, sum hava ein galopperandi vøkstur hjá sitandi býráðsmeiriluta.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo