Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Nakrir alment løntir búskaparfrøðingar í Havn hava endurtikið og endurtikið á sínum arbeiðsplássi Facebook, at reiðarar skulu rinda fyri at fiska, tí tað gera allar aðrar fyritøkur, so sum P/F Poul Michelsen, SMS, Kioskin á Vaglinum osv.

Hesar fyritøkur mugu keypa vøruna, áðrenn tær kunna selja hana.

Hetta hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum endurtikið og endurtikið.

Men P/F Poul Michelsen, SMS, Kioskin á Vaglinum løna ikki starvsfólkinum í mun til søluna.

Hesar fyritøkur hyggja eftir um nakað er eftir at løna starvsfókunum við, aftaná at tær hava goldið leverandørum av t.d. pylsum og mjólk.

Men nú nýggja fiskivinnulógin er lumpað og lirkað í gjøgnum, skal tað ikki vera møguligt hjá reiðarafyritøkum at draga útreiðslurnar frá, sum reiðarafyritøkurnar rinda fyri at sleppa at fiska, áðrenn starvsfólkini vera lønt, tí tað skal vera onkur serligur andi í nýggju lógini.

Og nú er argumentið um at reiðarafyritøkur og fyritøkur, sum selja pylsur og mjólk, skulu hava eins treytir slept.

Her hoppar ketan av hjá mær.

Eg skilti, at leysa milliardin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum bert kundi fangast, um fiskimaðurin fór munandi niður í løn.

Ja, búskaparfrøðingarnir í Havn søgdu, millum annað á arbeiðsplássinum Facebook, at fiskimaðurin – skiparin, maskinmeistarin, stýrimaðurin, kokkurin og dekkarin - mátti ikki tjena meira enn 400.000 kr. um árið og alt omanfyri tað skuldi í landskassan.

Soleiðis virkar nýggja samtykta uppboðssølan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Uppilagstur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo