Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Seinni í hesum mánaðinum skal Hægstirættur taka støðu til eitt rættuliga prinsipielt mál um tulking av føroysku ferðslulógini.

Í 1981 samtykti Løgtingið eina broyting í ferðslulógini, sum sigur, at um ein førari hevur verið fyri einum ferðsluóhappi so hevur førarin skyldu til beinanvegin at fráboða ferðsluóhappið til løgregluna.

Eisini ásetti lógarbroytingin, at um ein førari nýtur rúsdrekka í upp til 6 tímar eftir at óhappið hendi, verður viðkomandi dømdur fyri rúsdrekkakoyring, sjálvt um viðkomandi hevur dukkið eftir at óhappið hendi.

Henda regla verður í dagligari talu nevnd “6-tíma reglan”.

Vanliga verður sagt, at ein persónur ikki hevur skyldu at melda seg sjálvan fyri lógarbrot og at ein persónur eisini hevur loyvi til at dylja prógv móti sær sjálvum.

Hettar er eisini ein partur av galdandi mannarætti, ofta kallað forboðið móti “selvinkriminering”.

Procesbevillingsnevndin hevur givið loyvi til at málið verður roynt í Hægstarætti tí málið er av prinsipiellum slag.

Málið kemur fyri í Hægstarætti 27. mai 2019.

- Sonevnda 6-tíma reglan bleiv samtykt í 1981. Í Danmark hevur verið mælt frá at samtykkja eina slíka reglu, m.a. tí hon verður mett at ganga rættindunum hjá tí ákærda ov nær.

- Spurningurin er so, um “serlig føroysk viðurskifti” gera, at Hægstirættur metur, at tað ber til at víkja frá mannarættindunum i føroyskum ferðslumálum, sigur Christian Andreasen, sum er útnevndur verji í hesum máli av Hægstarætti, við VP.

Nærri kann lesast um málið: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo