Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Politikkur

Eg havi lagt fyri Løgtingið eitt uppskot um eykajáttanarløgtingslóg, har viðgerast skal ein eykajáttan uppá 1,6 mió. kr. fyri 2018 til Landssjúkrahúsið.

Eykajáttanin skal tryggja fulla nýtslu av MR-skannaranum á Landssjúkrahúsinum.

Orsøkin til, at biðið verður um hesa eykajáttan, er, at Landssjúkrahúsinum vantar pening til at kunna brúka MR-skannaran fult út.

Meira nýtsla av skannaranum vil stytta um bíðilistarnar fyri allar føroyingar, sum hava tørv á skjótari sjúkraviðgerð.

Sambært upplýsingum frá heilsumálaráðnum og landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, greitt frá í svarskrivi, dagfest 22. januar 2018, verður MR-skannarin brúktur so nógv, sum starvsfólkaorka er til.

Víðari verður upplýst, at um skannarin skal nýtast meira enn nú, er neyðugt at knýta fleiri starvsfólk at MR-skannaranum. Hetta kann gerast antin við at økja játtanina til sjúkrahúsverkið, ella við at umraðfesta virksemið í sjúkrahúsverkinum, soleiðis at meira orka verður brúkt til MR-skanning, meðan minni orka verður brúkt til okkurt annað.

CT-skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, og eingin bíðitíð er til CT-skanning.

Um MR-skannarin skal nýtast hvønn gerandisdag, so er, leysliga mett, tørvur á tveimum radiograf-ársverkum afturat, svarandi til eina økta lønarútreiðslu upp á umleið 1 mió. krónur, árliga.

Við fleiri kanningum økist eisini útreiðslan til myndagreining (myndagreiningar verða vanliga keyptar frá serfrøðingum uttanlands).

Landssjúkrahúsið metir, at eykakostnaðurin fyri myndagreiningar, um MR-skannarin arbeiðir 5 dagar um vikuna, fer at liggja um 600 tús. krónur, árliga.

Tá hart trýst er á útreiðslunum til sjúkraviðgerðir á Landssjúkrahúsinum, fer undirritaði at mæla til at veita eina eykajáttan til Landssjúkrahúsið fyri 2018.

Løgtingið eigur at tryggja sær, at játtanin komandi árini er á einum slíkum støði, at allir skannarar verða fult út brúktir, patientunum til gagns.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo