Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Eftirlønarlógin leggur 1% afturat kravdu uppsparingini um árið, og tað merkir, at nú skulu sparast 5% av øllum útgoldnum lønum til eftirlønarárini. Tað er í minsta lagi, ongin hindring er fyri at gjalda meira, og tað er arbeiðsgevarin, sum flytir lønina, sum skal syrgja fyri, at minst 5% fara til eftirlønaruppsparing. 

Flestu lønmóttakarar, sum eru í fakfelag, hava tó aðrar skipanir umframt sum gera, at samlaða eftirlønargjaldið er munandi størri enn hesi 5%. 

Ein onnur broyting sum kom í gildi á nýggjárinum er, at sum fáa løn nú skulu spara, eisini tey undir 21 ár. Hesi hava higartil verið undantikin.

Kravda uppsparingin hækkar við einum prosenti hvørt ár, fram til 2026, tá hon er komin uppá 12%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo