Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Í Føroyum eru í dag ongar reglur um duravørðar, og tískil kann ein og hvør røkja hetta starvið.

Men tað er ikki í lagi, heldur Politiið, sum hevur heitt á myndugleikarnar at broyta lógina.

-  Duravørðar arbeiða í einum umhvørvi, har tað koma nógv fólk, eisini heilt ung fólk, sum hava drukkið, og tí er serligur tørvur á at tryggja, at tey fólkini, sum arbeiða í umhvørvinum, eru skikkað og ábyrgdarfull, stendur millum annað í viðmerkingunum til lógina.

Tá lógin er samtykt verður tað krav, at ein duravørður ikki er revsaður fyri viðurskifti, sum kunnu hava við sær vanda fyri, at starvið ikki verður røkt á fullgóðan hátt. Skotið verður upp, at tað verður Loyvisnevndin, sum frammanundan umsitir skonkiloyvi hjá eitt nú dansistøðum, sum eisini kann røkja uppgávuna at góðkenna duravørðar.

Talan er um eina av fleiri broytingum sum verða gjørdar í matstovulógini. Uppskotið, sum kemur frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, var lagt fyri Løgtingið í gjár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo