Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Lesarin skrivar

Ja, nú stendur á gomlum nøglum, hvussu koma hægstu menn landsins at avgreiða hetta álvarsmál, samkyndsmálið.

1. Tykist mær sera løgi, at ikki hoyrist eitt einasta orð frá øllum teim hundrað ella meira enn túsund pørum í Føroyum sum liva stilt og friðarliga - ógift?

Kann nakar sakliga siga mær hví so er? Hví gera tey ikki vrøvl - ella lata seg gifta - undarligt?

2. Hvat er tað fyri eitt trend sum ger, at bæði lærarar, biskoppar og prestar í londunum rundanum okkum verða sagdir úr starv og fáa hóttanir, bara teir nevna, at teir standa inni fyri tí siðbundna hjúnarbandinum.

Øll henda tilgongd heima sum uttanlanda tykist mær sera ófrattakend?

Kundi hugsa mær eitt sakligt svar.

Eitt slagorð sum verður nýtt er næstrakærleiki, merkir tað, at alt skal góðtakast, er tað ein konsikvensleysur kærleiki?

Merkir tað, at alt er loyvt, skal ein ikki hugsa um avleiðingarnar ikki bara her og nú, men eisini í framtíðini?

Eitt rættarmál hevur fingið alt rættarsystemið í Florida USA at kóka. Tvær giftar samkyndar kvinnur skulu skiljast aftaná 8 ár, tær hava ættleitt barn. Stóra spursmálið er, hvør skal hava ræðisrættin yvir barninum? Onnur av samkyndmammunum ella tey biologisku foreldrini, hvør av teimum 4? Uppskot eru frammi um at strika alla samkyndsgifting. Hugsað verður um avleiðingarnar í framtíðini.

Tað var einaferð eitt andans restmenni, síggi hann fyri mær, hann stendur ovarlaga á eini høvd -, einki ljóðannlegg, har hevur óivað verið fleiri hundratúsund, har vóru ongir bilar, motorsúklur, prutl ella annar mekaniskur gangur, einki ljóðanlegg - Hann rópar út til alt fólkið: "velji í dag hvørjum tit vija tæna"...... men so sigur hann, Josva: Men eg og hús mítt, skulu tæna Harranum.

Hetta skal verða mín heilsa til landsins hægstu menn, gerið sum Josva, tæni Harranum.

Jógvan Páll Sevdal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo