At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Frá á sumri næsta ár verður tað ókeypis at koyra í bussum, sporvognum og tokum í øllum Luksemborg.

Hetta hevur nýggja stjórnin í Luksemborg gjørt av sum partur av einum átaki at verja umhvørvið.

Harumframt er endamálið at lætta um tungu morgunferðsluna til Luksemborg bý, høvuðsstaðin í landinum, skrivar bretska blaðið The Guardian.

Lítla evropeiska landið verður harvið fyrsta land í øllum heiminum, sum ger tað ókeypis hjá sínum borgarum at brúka almennan transport.

Tað er longu, sum nú er, ókeypis hjá ungum undir 20 ár í Luksemborg at koyra við almennum flutningstólum.

Í 2013 gjørdi estlendski høvuðsstaðurin Tallinn av, at tað skuldi vera ókeypis hjá borgarunum í býnum at nýta almennan transport.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo