Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Seinnapartin í dag bleiv bæði samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya um seinasta byggistigið á Tórsvølli undirskrivað og somuleiðis bleiv partalagssáttmáli, sum fatar um vestursíðuna á Tórsvølli, eisini undirskrivaður.

- Vit eru glað fyri samstarvið um Tórsvøll. Hetta gevur okkum ein nýggjan stórbýardám, men fram um alt gevur hetta føroyskum fótbólti eina framtíð, sum er sera spennandi fyri okkum øll. Nú fer Tórsvøllur at lúka altjóða krøv, ið er ein fortreyt fyri, at fótbólturin í Føroyum kann halda góðu gongdina og góðu úrslitini, sum vit hava sæð, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo