Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Onnur tíðindi

Tá hin seinasta telefonbókin varð borin út í juni 2017, varð kunngjørt, at nummar.fo eisini fór at fáa eina yvirháling. Nummar.fo er nú uppstigað og blivin ein slóðbrótandi og spennandi app við fleiri hentleikum. Nýggja appin eitur Sona.

Við Sona kann ein framhaldandi finna telefonnummur, eins og mann gjørdi við nummar.fo, men nýggjar funkur gera, at Sona eisini heldur skil á øllum tí, sum hevur týdning og hendir rundanum brúkaran.

Navnið Sona er føroyska umsetingin av “Zone”. Við Sonu fær brúkarin tískil møguleika at verða við í øllum tí, sum hendir rundanum seg treytað av, hvørjari sonu ein er í.

Við Sona fær ein eitt yvirlit yvir øll tiltøk, sum eru á skrá kring landið. Mann fær upplýsingar um støð, sum eru verd at síggja og vitja, og ein fær eitt nágreiniligt yvirlit yvir, hvar býbussarnir í Havn eru staddir her og nú.

Uttan mun til hetta og hatta, so er Sona tín framtíðar vegvísari.

Sona verður framhaldandi ment, og í nærmastu framtíð koma enn fleiri hentleikar, sum brúkarin kann gleða teg til.

Appin “Sona” kann takast ókeypis niður á App Store og Google Play.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo