Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Vinna

Móttøka var hjá grannskoðarafyritøkuni NUMO á Smyrilsvegi í Havn í dag.

Høvið var, at fyritøkan er flutt í nýggj høli, og at nýggjur maður er komin í stjórastólin. Heilt nýggjur er hann kortini ikki, Súni Schwartz Jacobsen byrjaði í starvinum í fjør heyst, men nú flutt var í nýggj høli á Smyrilsvegi 20 varð høvið brúkt til at markera stjóraskiftið eisini.

Tilsamans starvast nú 17 fólk hjá NUMO, nakað meira enn fyri bert fáum árum síðani tá fýra fólk sótu í skrivstovuni í Vágsbotni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo