Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Mynd: VP

NUMO flytur frá Bryggjubakka niðan á Háls. Nýggi bústaðurin er Smyrilsvegur 20. NUMO byrjar í nýggju hølunum mánadagin 7. januar 2019.

Annar stjórin í NUMO, Súni Schwartz Jacobsen, sigur við VP, at endamálið við nýggju hølunum er at bjóða viðskiftafólkunum betri karmar í sambandi við fundarvirksemi o.a. eins og parkeringsviðurskiftini eisini eru munandi betri.

- Eisini fáa okkara starvsfólk betri hølisviðurskifti.

- Góða gongdin hjá NUMO hevur gjørt, at vit hava sett fleiri fólk í starv, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Hin stjórin í NUMO er Bjarni Arnason.

Stjórarnir báðir siga við VP, at tíðin sum NUMO hevur verið í Vágsbotni hevur verið góð, men økingin í starvsfólkatalinum gjørdi tað neyðugt at flyta í størri høli.

NUMO telist í dag millum trý tey størstu grannskoðanarvirkini í Føroyum.

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo