Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Vágatíðindi

Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways er eitt nummar størri enn 319-flogførini hjá felagnum, og tað tekur 24 ferðafólk fleiri. 

319-flogførini taka 144 ferðafólk, meðan tað er pláss er fyri 168 ferðafólkum í nýggja flogfarinum.

Nýggja flogfarið hevur fingið skrásetingarnummar OY-RCJ. 

Myndina hevur Tobias Gudat tikið í Týsklandi við girðingina til Airbus-verksmiðjuna í Hamburg, skrivar Dimmalætting.

Mynd: Tobias Gudat/Dimmalætting

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo