Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Mítt tastatur

Tað er serstakliga befríandi og ikki minst grundleggjandi sakligt, at okkara almenni miðil farnu vikurnar í minst 17 innsløgum og tilsipingum hevur kunnað øll um frælsisstríð Tjóðveldis á Fólkatingi.

Tjóðveldi, sum hevur avdúkað, at vit liva í einum sokallaðum ríkisfelagsskapi – einum politiskum hjálandaplagiati, uttan fólkaræðiligt kjølfesti.

Flokkurin, sum eisini hevur avdúkað, at vit liva í grundlógarloysi, har danska hjálandaveldið hevur kroyst teirra fremmandu grundlóg yvir okkara ómissandi sjálvsavgerðarrætt.

Ja, hevur gøllhildið Føroya fólki og landi í stríð við altjóða ásetingar og vanligari virðing fyri fólkaræðiligum manngongdum.

At stríðast móti hesi sniðfundigu atgerð dana, berjist Tjóðveldi við óvanligum dirvi á Fólkatingi.

Ja, flokkurin hevur ferð eftir ferð avdúkað, hvussu opnar dyr verða sparkaðar upp.

Eisini er tað hugvekjandi, at Tjóðveldi, sum slettis ikki góðtekur grundlóg og fólkaræðiliga pall dana, í berum politiskum ósjálvsøkni, sum politiskar proselyttar, skrivliga vátta og játta at virða og halda grundlógina donsku.

Ja, tað er politiskt kveikjandi.

At so flokkurin fær milliónir árliga úr statskassanum danska, ja, tað er ikki annað enn sjálvsagt samanborið við tað ósjálvsøkni, sum altíð hevur eyðkent flokkin.

Tí er tað ófatiligt, at formansskapurin danski ikki heimilar okkara fólkatingsmanni, sum stíðist sak allra, at hann kann flyta millum Fólkating og Løgting, sum hann vil.

Fyri ikki at gloyma, at tað verður saknur í honum í ólavsøkugonguni, vilja danir ikki sleppa honum heim.

Tjóðveldi góðtekur sjálvsagt ikki donsku leiðreglurnar, og tí eigur flokkurin sum vera man ikki at verða fataður av fyriskipanum á Fólkatingi, ætlaðar øðrum og ætlaðar at halda saman um hjálandaveldið.

Tí má almenni miðilin áhaldandi avdúka rotinskapin.

Nú er so fráboðað, at ovasta sovjett Tjóðveldis kemur upp í leikin.

So er at vóna, at formansskapurin danski sær skriftina á vegginum, at Tjóðveldi ikki er so at spæla við.

Nú verður so við spenningi bíðað eftur átjanda innslagi KvF’s um hetta serliga álvarsmál, har frælsisbardagin millum Tjóðveldi og formansskapin danska verður neyvlýstur einaferð afturat.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann