Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Vinna

Regin Jacobsen, forstjóri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður og Høgni Jakobsen, fíggjarstjóri

Nýggi fíggjarstjórin á Bakkafrost, Høgni Jakobsen, er nú farin til verka. Tá Bakkafrost legði úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing fram í Oslo í hesi vikuni, var Høgni Jakobsen fyri fyrstu ferð við saman við stjóranum, Regin Jacobsen og nevndarformanninum, Rúna M. Hansen.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 268 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2019.  Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Samanlagt hevur samtakið 976 starvsfólk. Felagið er skrásett  á keypsskálanum í Oslo, og hevur fleiri túsund eigarar.

Størstu eigarar eru Oddvør Jacobsen við 9,4 prosentum, Regin Jacobsen við 9,19 prosentum, Norska Folketrygdfondet við 9,16 prosentum og aðrir føroyskir eigarar við 5,25 prosentum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo