Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Í dag var nýggi flogvøllurin í Kina, Daxing International Airport, tikin í brúk. Flogvøllurin verður eisini kallaður «Sjeystjørnan» og kostar 11,5 milliardir dollarar.

Í stødd er terminalbygningurin ein av heimsins størstu við sínum 700.000 fermetrum. Sum svarar til einar 98 fótbóltsvøllir, skrivar BBC.

Stóran part av tíðini hava 40.000 arbeitt samtíðis við byggingini av risastóra flogvøllinum. Arbeiðið við at byggja konstruksjónina byrjaði í 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo