Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík hevur nú fingið navn.

J&K Vøllur er heitið á komandi leikvøllinum hjá hoyvíkingum í Giza Hoyvík.

J&K Petersen og Giza Hoyvík hava gjørt eina avtalu fyri 2017, sum inniber, at J&K Petersen eigur navnið til vøllin, stuðlar besta liðnum og somuleiðis eisini kemur at síggjast á nýggju limadraktini, sum verður klár í næstum.

Avtalan partarnar millum er galdandi fyri 2017 og kann leingjast til og við endanum av 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo