Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Vágatíðindi

Javnaðarflokkurin: Fleiri nýggj andlit eru at síggja í limafeløgunum kring landið.

Av nýggjum nevndarlimum eru vald Ann-Elisabeth Eldevig Joensen, Ásla Breyt Danielsen og Barbara Gaardlykke Apol fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Edvard í Skorðini Joensen og Helena Jørgensen fyri Vága Javnaðarfelag, Verner Olsen fyri Eysturoyar Javnaðarfelag, Beinta Simonsen fyri Sandoyar Javnaðarfelag og Elvis Leo og Barbara Brattalíð fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag. Hjartaliga vælkomin í hópin tit øll.  

Allir formenn og -kvinnur í limafeløgunum halda fram uttan í Vágum, har formansskifti hevur verið.

Benjámin Lydersen, sum seinastu árini hevur verið formaður í Vága Javnaðarfelag, hevur valt at fara í næstformanssessin, og í hansara stað er komin Edvard í Skorðini Joensen.

Edvard hevur fyrr verið uppstillaður fyri Javnaðarflokkin, og hevur nú sett sær fyri, saman við nevndini í lokalfelagnum, at styrkja flokkin í Vágum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo