Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Onnur tíðindi

- Sohvørt sum viðurskiftini eru betrað í økinum Niðri við Støð á Glyvrum, tað fleiri fólk koma til økið, sum við tíðini er vorðið eitt av stóru savningarstøðunum í kommununi. Stóra virksemið hjá Bakkafrost, Kappróðrarfelagnum og Bátafelagnum og aktiviteturin í bátum og í ósanum, har Glyvragjógv møtir Skálafjørðinum, hevur verið virkandi við til, at økið yður í lívi frá morgni til myrkurs – gerandis og heilagt.

Soleiðis skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðuni í dag.

Kl. 15:30, seinrapartin í dag, handar Spf. Rókin Runavíkar kommunu/havn nýggju atløgubryggjuna vestanfyri í bátahylinum á Glyvrum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja í hølunum hjá Bátafelagnum seinrapartin, skrivar kommunan.

Málið um at gera atløgubryggju vestanfyri í bátahylinum á Glyvrum tók seg upp í vinnu- og havnanevndini hin 23. august 2017, eftir at politisk stig vóru tikin til at fáa teknisku deild hjá kommununi at gera eitt skitsuuppskot um hvussu fram kundi farast.

Ein meiriluti í nevndini mælir til at halda fram við málinum, fíggjarnevndin tekur undir og ein meiriluti í býráðnum stuðlar málinum. Ætlanin var frá byrjan, at ognarluturin hjá Runavíkar kommunu í Kongshavnar havnastýri skuldi fíggja íløguna.

Havnastýrið krevur inn øll havnagjøld frá skipum, sum koma inn um havnamerkini á Skálafjørðinum, og verða gjøldini goldin útaftur til tær fýra kommunurnar við Skálafjørðin – Nes, Sjóvar, Eystur- og Runavíkar kommunu – lutfalsliga eftir fjøruteini. Soleiðis eigur Runavíkar kommuna 48% av fænum.

Sambært viðtøkunum hjá Kongshavnar havnastýri skal peningurin nýtast til íløgur fram við fjøruni við Skálafjørðin.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo