Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Forlagið Hugnarit hevur júst givið út barnabókina "Nei, sum omma tín er skilagóð".

Talan er um søgur, ið royna at knýta børnini til uppruna sín, eina tíð, tá abbi og omma góvu sær tíð til at fortelja abbasoninum søgur frá eini tíð uttan iPad og Pokeman.

Hetta eru søgur fyri børn í skúlaaldri.

11 søgur í tali. 67 síðir. Prýdd við teknaðum litmyndum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo