Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Bøkur

Føroyska Bíbliufelagið: Arbeiði at geva fyrstu føroysku bíbliuna í meira enn 60 ár út, er nú komið væl áleiðis. Umboð fyri Føroyamálsdeildina hjá Fróðskaparsetrinum handaðu fríggjadagin Føroyska Bíbliufelagnum Nýggja testamenti, sum Hans Jacob Joensen frv. biskupur, hevur umsett úr grundmálunum.

Anfinnur Johansen og Marius Staksberg frá Setrinum, sum hava lisið ígjøgnum og gjørt viðmerkingar, handaðu umboðum fyri Føroyska Bíbliufelagnum, skjølini fríggjadagin í kirkjuni á Argjum.

Ætlanin er at geva nýggju Bíbliuna út um 2-3 ár.

Á myndini eru frá vinstru: Marius Staksberg og Anfinnur Johansen frá Føroyamálsdeildin. Jóngerð Mikkelsen forlagsleiðari, Bergur D. Joensen formaður, Gunnar K. Nattestad aðalskrivari og Dánial á Dul Jacobsen næstformaður í Føroyska Bíbliufelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo