Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Bøkur

Í dag var samkoma í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð í Havn í sambandi við at nýggj, sera áhugaverd bók var útgivin.

Tað eru Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy og Føroya vinurin Søren Sørensen sum hava skriva bókina "Færøernes fugle, fakta og tal" og forlagið í Støplum sum gevur hana út.

Bókin er sera snotulig og gevur tær skjótt og lætt allar viðkomandi og áhugaverdar upplýsingar um øll 312 fuglasløg og meira enn 30 undirsløg sum eru sædd í Føroyum í gjørnum tíðirnar og heilt fram til 31.12.2014 og vísur allar fuglarnar í einastandandi myndum.

Meira um bókina á www.jenskjeld.info undir Bókaútgávur

Myndir: Rodmundur á Kelduni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo