Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Bøkur

Bókin ”Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018” er komin út í desember, og framløga av bókini verður í Mettustovu úti á Reyni týsdagin 18. desember kl. 19.00.

Bókin kemur út í sambandi við, at tað í 2018 eru 100 ár, síðan fyrsta kvinna, Johanna Mortensen í Froðba, 53 ára gomul, varð vald í eitt kommunustýri. Í bókini er verður viðgjørt nakað av tí, sum fór fram, áðrenn og eftir at kvinnur fingu valrætt og valbæri. 

Í bókini verður m.a. spurningurin, hví so fáar kvinnur eru umboðaðar í kommunupolitikki, og hvussu tær umboða mál í kommunuhøpi, viðgjørdur í fleiri greinum. Eisini er yvirlit yvir, hvørjar kvinnur eru fyrst valdar í ymsu kommunustýrunum frá 1918 til í dag. Haraftrat er yvirlit yvir marksetandi, søguligar hendingar, sum hava havt og framvegis hava týdning fyri kvinnur.

Ein av uppgávunum hjá Demokratia er at upplýsa, og tí verður bókin latin ókeypis. Øll kunnu ogna sær eitt eintak í Mettustovu 18. desember ella á bókasøvunum kring landið.


Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin

Skrá:
Yöhna framførir eitt lag
Marna Jacobsen, forkvinna í  Demokratia, bjóðar vælkomin
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, sigur nøkur orð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo