Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Bøkur

Tíðindaskriv: Eingin mundi droyma um, at yngsti sonurin hjá Lamb-Elspu og Garða-Tummasi úti á Garði í Leirvík fór at bróta so nógv upp úr nýggjum og slóða so nógvar, nýggjar leiðir innan vinnulív, mentan og djarva hugsan.

Osmund Justinussen f. 1940 var tíggjunda barnið. Nýggju vuksu til mans og tríggir av synunum vóru í endaspurtinum og vuksu mest sum upp saman, meðan tey eldru systkini hvørt eftir annað fóru úr reiðrinum, teir til skips og tær út at tæna. Pápin var hálvgamal maður, tá ið Osmund vaks upp. Mamman var góð við henda lítlabeiggjan og øll síni ár høvdu tey bæði so nógva umsorgan fyri hvørjum øðrum. Tey bæði gomlu vóru millum tey fyrstu í Brøðrasamkomuni í bygdini, og løgdu gudsótta í børnini.

Osmund gjørdist tó ikki mammudrongur. Hann legði seg í kjalarvørrin hjá brøðrunum og øðrum bygdardreingjum, bygdarmonnum og grannunum. Einki kundi meta seg við bátar og skip, útróður, fiskiskap undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Men okkurt serligt sákorn lá í hesum brøðrunum á Garði: skiparar, langfaramenn, skipaeigarar og útisetar. Leiðin hjá Osmundi bar saman við Jakku bróður eftir laksi í Eystursjónum og ídnaðarfiski í Norðsjónum. Hesin og donsku fiskimenninir kundu saktans vísa honum, hvat kravdist av einum ungum og hugdjarvum manni á sjónum.

Í 1970 var fyrsta íløgan í skip gjørd og síðani komu fleiri, men eisini kommanditfeløgini og aðrar fremmandakendar fíggingarkonstruktiónir. Aftur fleiri skip og maðurin stórreiðari við fleiri hattum: formaður í laksaskip, í trolskip og ídnaðarskip og at enda formaður í Reiðarafelagnum. Eisini sunnudagsskúlalærari, ein teirra elstu í Ebenezer í ein mansaldur, gávumildur maður, sum hevur havt umsorgan fyri øðrum.

Alt gekst ikki eftir vild. Hvør minnist nú síðstu áttatiárini við 20 ymsum skipastudningum og kollsiglingina eftir tað, fiskiroyndirnar í Suðurafrika, krabbaveiðuna í Norska havinum, skøpgóðu igulkerini til Taiwans. Mangt kundi fáa hár at grána og tyngja hug og sál. Pápin hevði verið stórur og sterkur, ein risi. Osmund mentalt av sama bergi brotin, ein risi, sum aftur og aftur hevur reist seg. Tá ið tú nú lesur lívssøgu hansara, fert tú helst at hugsa nakað tað sama. Kortini skal ikki gloymast at siga, at hann var ikki einsamallur og roynir eisini at fáa hetta týðiliga fram. Fá nevnd við navni, men eingin gloymdur.

Ein ber tó av øllum á foldum. Tað er og hevur frá ungum árum av verið Jórun úr Mattalág, Jórun Gunnarsson f. 1943. Hennara barnakor vóru á ein hátt ólík hansara, men bæði í somu samkomu, sum eisini í Mattalág taldi nógv. Henda eygagóða, fitta smágentan vaks upp við abba og ommu, skrivstovu-pápa og heimamammu, tveimum eldri sysstrum og einum lítlabeiggja. Vit hava helst gloymt tað. Øll tey mongu skipini, sum eftir kríggið og út í sekstiárini sigldu við ísfiski til marknað í Bretlandi. Pápin hevði samskiftið við øll hesi skipini og føroysku umboðini í Bretlandi. Fiskur og skip vóru tí heldur ikki fremmandaorð heima hjá Jórun, og skuldi onkur gloymt tað, so visti abbin at siga frá.

Í Mattalág var heimavirki, hegni og dugnaskapur. Hetta setti sín dám á smágentuna, sum tó ikki altíð læt sær alt lynda, forvitin og hugdjørv sum hon var. Úteftir tóktist húsið so fínt, øll so væl ílatin, mótaklødd og snákað. Tað lá mammuni á hjarta, at hava tað soleiðis. Her var eisini gestablídni, og pápin kom við einum og so einum øðrum til ein bita heima hjá teimum. Mattalág var ein ævintýrheimur við sjáldsomum fólki, børnum, hundi, áarløki og bøi. Blaðung fór Jórun í skrivstovulæru hjá Ríkisumboðnum. Her var sama lagið, ordan og reglusemi.

Tey vóru tí tvey ólík ungfólk, sum runnu saman, trúlovaðust og giftast í 1964 á Ráðhúsinum í Keypmannahavn, bygdu á Frælsinum í Havn og fingu tríggjar synir við sama íverksetaralyndi sum pápin. Jórun gjørdist sjómanskona, seinni kona reiðaran, skrivari og telefonkvinna hjá honum. Alt undir somu lon, meðan teir tríggir dreingirnir vuksu upp við mammuni heima og pápanum altíð ferðabúgvin.

Tey bæði, Jórun og Osmund líta aftur í kjalarvørrin, nú tey hava skrivað sína lívssøgu. Tað man onkuntíð hava verið sjóverksligt hjá konuni. Var tað ikki eitt, so var tað okkurt annað: Fiskaloysi, fíggjarkreppur, bonsk blaðskriving, skipamissur, skaðar og vanlukkur, og so tað at maðurin so ofta broytti kós, legði róðrið í bakborð og stutt eftir aftur í stýriborð. Hvagar bar leiðin? Stundum øtaðist hon og østist, men eisini vóru fagnarstundir. Heldur enn at halda manninum aftur, stuðlaði hon honum og stóð honum við lið í viðgongd og mótgongd. Ímeðan læt hon upp fyri sínum kreativu evnum í myndlist, sniðgerð og skaldskapi. Saman fingu tey í lag listasavn og bátasavn í Leirvík, og saman hava tey staðið í samkomuhøpi. Gestablíð og vinsæl fólk.

Leygardagin 24. november verður bókaframløga á Hafnia í Havn. Tá verður henda sjáldsama bókin hjá teimum báðum at fáa. Í Kjalarvgørrinum – lív okkara er í tveimum høvuðspørtum. Tann fyrri parturin er Osmundar søga og tann seinni er søgan hjá Jórun. Bæði siga frá barnaárum, familju og slekt, ungdóms- og manndómsárum, húsi og heimi við børnum, vinnulívi, trúarlívi ferðing, áhugamálum og bæði, hvør í sínum lagi, hugleiða um eitt og annað á lívsleiðini.

Í kjalarvørrinum – lív okkara er teirra søgur við nógvum góðum frásagnum og eini ørgrynni av myndum á út við 470 síðum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo