Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Vinna

Í næstum letur BankNordik nýggja deild upp á Biskupstorginum í Klaksvík.

Nýggja bankadeildin er partur av stóru byggiverkætlanini, ið skal vera við til at menna miðbýin í Klaksvík.

Endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar.

Opið hús og móttøka
Í samband við flytingina bjóða vit til opið hús í nýggju hølunum 14. november frá kl. 10 til 17.

Frá kl. 14.30 til 17 verður skipað fyri almennari móttøku. Á skránni verða røður og tónleikur.

Okkurt søtt verður til góman.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo