Alf Larsen
- Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
Onnur tíðindi

Hvussu eitur tú, hvussu nógv ár ert tú, hvar býrt tú og hvar ert tú beint nú. Hvar plagar tú at eta, hvat lesur tú og hvørjar filmar dámar tær. Og so tað meira viðkvæma: Hvør er tín kynsligi samleiki, hvønn veg hellir tú politiskt og plagar tú at brúka appir til at leita eftir øðrum samsintum - sonevndar datingappir.

Hetta eru nakrar av upplýsingunum, sum appirnar savna um teg, og tað góðtekur tú við at brúka tær. Men upplýsingarnar skulu ikki latast triðja parti, tað er ólógligt í flestu londum um okkara leiðir.

Men tað er so sum so við at halda lógina. Tað avdúkar ein nýggj frágreiðing frá norska Forbrukerrådet. Tilsamans 10 appir, teirra millum vælumtóktar datingappir sum Tinder, Happn og Grindr, hava latið viðkvæmar upplýsingar víðari til triðja part. Ofta er talan um lýsingarfyritøkur sum brúka upplýsingarnar til at seta saman málrættaðar lýsingarherferðir.

Forbrukerrådet í Noregi hevur meldað eina av appunum, Grindr, til politiið. Eisini fimm lýsingarfyritøkur, sum allar hoyra heima í USA, eru meldaðar. Orsøkin til, at ikki allar appirnar sum hava brotið lógina eru meldaðar, er, at norska brúkararáðið vil royna eitt av málunum í rættarskipanini fyrst. Ráðið vil hava rættin at taka avgerð um, hvar markið gongur og hvør ein møgulig reving skal vera.

Les alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo