At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Kirvi er kent á føroyska marknaðinum við serstaka vatninum úr Sumbiarfjøllunum – framleiðslan fevnir bæði kølaraloysnir til vinnuna og smærri fløskur til einstaklingin.

Framleiðslan av vatndunkunum hevur alla tíðina verið í Lopra, meðan vatnið er blivið sent til Danmarkar at lata á smáar fløskur. Ætlanin hevur tó alla tíðina verið at fáa egna framleiðslu í Suðuroynni. Eftir 4 ár er framleiðslan nú flutt heim til Føroya, so at framleiðslan øll nú er føroysk.

Kirvi byrjaði sítt virksemi í 2012. Fyrstu árini veitti fyritøkan bert kølaraloysnir til fyritøkur og stovnar. Í 2015 kom Kirvi fyrstu ferð á marknaðin við smáum fløskum – móttøkan var sera góð, og tað hevur síðani ment seg til fleiri ymiskar smakkir. Nú vit skriva august 2019 stendur stóra framleiðsluverkætlanin klár í Lopra.

- Framleiðsluhátturin, við at flyta vatnið til Danmarkar, var hvørki ein burðardygg ella føroysk loysn, men heldur ein fyribils loysn, sigur Hallur Augustinussen, stjóri og ein av stovnarunum av Kirvi.

- Hetta er ein sera spennandi avbjóðing. Egin framleiðsla í Føroyum hevur altíð verið málið, so hettar kennist ótrúliga gott, leggur Hallur afturat.

Sambært Halli er hetta ein minnisvarði fyri Kirvi, við tað, at nýggja framleiðslan í Lopra letur hurðar upp fyri heilt nýggjum møguleikum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo