Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Onnur tíðindi

Fraklendingar, spaniólar og íbúgvar í fleiri øðrum londum mugu fyrireika seg til næstu hitabylgjuna sum nú er á veg, skrivar DR.DK.

Longu fyrst í næstu viku tekur hitin eitt lop uppeftir, og onkustaðni fer hann uppum 40 hitastig.

Forsøgnirnar koma samtíðis sum USA hevur eina vandamikla hitabylgju, sum higartil hevur kostað seks persónum lívið.

Sambært VG, sum endurgevur norska Meteorologisk Institut, verður tað í Evropa ringast í Spania og Fraklandi, meðan eisini Týskland og Stórabretland fáa nógvan hita.

Spania fær sum tað fyrsta yvir 40 hitastig í økjunum Extremadura og Andalusia, haðani hitin so ferðast víðari til Frakland, sum undir síðstu hitabylgjuni hevði eitt hitamet á 45,9 stig.

Í Danmark verður eisini heitt og fer hitin at liggja um 28-30 hitastig mikudagin og hósdagin, og fríggjadagin upp til 32 hitastig, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo