Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Bøkur

Fimta krimisøgan um William Hammer og Skansadeildina er komin.

Frá hárgarðinum í erva til høkuna í neðra og frá oyra til oyra var alt skorið burtur, og eftir var bara ein maska av beini og leivdir av svørtum blóði. Sjálvt eygnaholurnar vóru tómar. Hendan sjónin var í sjálvum sær óunnilig, so tað vardi eitt bil, innan eg varnaðist, at tað var ikki ein tanngroddi í høvdinum. Hvør ein tonn var trekt út. Hendurnar og fingrarnir vóru líka tatoveraði sum áður, men fingrarnir vóru styttir við út við einum triðingi.

Eitt fríggjakvøld er William Hammer inni á eini barr í høvuðsgøtuni, og ein ólátaður mykinesmaður stoytir eina øl í fangið á honum. William jarðleggur mannin, og frá hesi løtu kemur ferð á hendingarnar. Ein russiskur mafiamaður roynir at drepa William, og tað gerst skjótt greitt, at hendingarnar hava samband við tann føroyska útflutningin av fiskavørum til Russlands.

Jógvan Isaksen: Anathema. Forlagið Marselius. 294 blaðsíður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo