Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Onnur tíðindi

Syn61 veksur og grør á einum laboratorium í London. Ein lítil bakteria, men miðdepil í einum stórum vísindaligum gjøgnumbroti

Bretskir granskarar hava nú tikið eitt týðandi fet móti kunstigum lívi.

Teir hava bygt upp eitt heilt DNA og broytt tað. Nýutt lív er skapt á einum laboratorium, skrivar NRK.

Gjøgnumbrotið hendi við góðari hjálp frá bakteriuni E.coli, Escherichia coli. Á laboratoriu sínum í Cambridge, eydnaðist granskarunum at kopiera natúrligt DNA hjá bakteriuni og broyta tað.

Vit at seta kunstiga framleidda DNA-ið inn í eina kyknu skaptu teir mikrobuna Syn61. Hon er eitt sindur longri enn upprunaliga E. colian. Hon veksur eitt sindur seinni, men livur, siga granskararnir, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo