Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vágatíðindi

Arbeiðið, sum byrjar í kvøld 1. oktober, fer væntandi at taka uml. 3 mánaðir og væntast at verða liðugt um jóltíðir.

Avtala er gjørd við LM-Electric, um at gera arbeiðið, meðan SMJ ráðgevandi verkfrøðingar, hevur projektering og eftirlit við arbeiðnum. 

Nýggja ljósskipanin er ein orkusparandi LED-skipan av merkinum Thorn, sum verður brúkt í nógvum norskum tunlum.

Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni.

Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo