Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Á aðalfundinum hjá Kongshavnar Fríðtíðarsiglarum 19. apríl, var nýggj nevnd vald. Hilmar Hansen og Oluffa Joensen fóru frá og í teirra stað komu Kári Jacobsen og Doris Djurhuus.

Tann nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Jonhard Danielsen, formaður.
Kári Jacobsen, næstformaður og
Doris Djurhuus kassameistari/skrivari.
Eyka limir eru:
Andrea Isaksen og
Símin Pauli Johannesen.

Hilmar Hansen, Oluffa Joensen og Jonhard Danielsen stovnaðu felagið í 2013. Og síðan tá, hevur felagið skipa fyri einum bátatreffi í Søldarfirði. Vit fingu eitt samstarv við bátafestivalin á Toftum. Vit møtast her inni fríggjakvøld til eitt komsammen. Aftaná morgunmatin  leygarmorgun, verður lagt frá landi og silgt inn á Skálafjørðin, og síðan fylgjast vit út á Toftir til bátafestival.

Felagið hevur eisini onnur smávegis tiltøk, so sum, rudding, siglitúrar og annað kring Kongshavn, sum spennir seg frá Garðsenda í Nes kommunu til Raktanga í Sjóðar kommunu.

Eg vil, vegna limir felagsins, takka Hilmar Hansen og Oluffu Joensen fyri gott samstarv hesi árini.

Í eini kapping er bert ein vinnari, men í samstarvi eru vit fleiri!

Samstundis verður ynskt Kára Jacobsen og Doris Djurhuus hjartaliga vælkomnan uppí nevndina.

Tað eru vit, sum skapa karmarnar. Trivnaður er okkara hjartamál.

Jonhard Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo