Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Fyrst í mars letur ein nýggj matstova upp í Tórsgøtu 11 í Havn. Hendan nýggja matstovan í miðbýnum í Havnini ætlar at leggur eyka dent á tilboð til familjur. Maturin verður serveraður sum buffet, og kemur at hava yvir 20 ymiskar rættir at velja ímillum. Nýggja matstovan kann samanberast við konseptið ”Flammen” í Danmark, sum nógvir føroyingar kenna.

Navnið á matstovuni er ”Steikin” og hon vendir sær m.a. nógv til familjur, sum hava børnini við út at eta, tí har verður eitt stórt innandura spælipláss á umleið 150 fermetrar í kjallaranum, sum allir gestirnir í matstovuni kunnu brúka ókeypis.

”Vit hava leingi hoyrt frá nógvum viðskiftafólkum, at tey hava ynski um eitt innandura spæliland, og tí valdu vit at gera hetta nú í samband við hesa matstovuna. Vit vóna og vænta at hetta fer at vera væl móttikið”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í Tatanka sum hevur bjóðað undirhald til børn í skjótt 20 ár.

Stigtakararnir til hesa matstovuna eru Ruben Busk, Terji Sørensen og Sigfríður á Plógv Hansen

”Hugskotið handan matstovuna er at bjóða nakað annað enn tær matstovurnar, sum bjóða tann fína matin, og samstundis at dekka ein tørv, sum serliga familjur við børnum hava. Vit eiga sjálvir børn og vit meta, at tað manglar ein matstova til familjur. Vit kenna kensluna av, at man ikki orkar at vera inni meira við børnunum, men man veit ikki rættuliga hvar man kann fara við teimum, tí tey larma, sum øll børn jú vanliga gera. Tí meta vit, at hetta tilboðið er júst nakað fyri familjur, har øll kunnu fáa okkurt gott at eta og at børnini samstundis sleppa at brúka orku í hoppiborgum og øðrum undirhaldsmøguleikum í spælilandinum”, sigur Terji Sørensen.

Høvuðskokkur verður Ruben Busk, sum er kendur av nógvum føroyingum fyri sínar ræstkjøtaburgarar. Men Ruben hevur eisini starvast innan catering í nógv ár, til virkir, jólaborðhald og onnur tiltøk. ”Maturin skal vera tílíkt, sum føroyingar kenna, sosum kjøt, sós, chips, burgarir og líknandi, men hann skal vera á høgum góðskustøði”, er einfaldi boðskapurin hjá Ruben Busk. Eisini verður ein stór sjokuláta”fountain”, sum gestirnir kunnu spæla sær við til dessert.

”Vit vóna, at matstovan fær góða undirtøku og at hon gerst enn eitt íkast til matstovuvinnuna í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira fjølbroytt og professionell”, siga teir tríggir stigtakararnir at enda.

Meira kunning kann man síggja á facebooksíðuni hjá Steikini

https://www.facebook.com/steikin.fo/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo