At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Kavaraskúlin: Møguleiki er at taka alsamt fleiri vinnuligar kavaraútbúgvingar í Føroyum.

Í vikuni góðkendu føroysku mynduleikarnir eina serútbúgving innan hetta vinnuøki.

Mynduleikarnir hava í samstarvi við føroyska kavaraskúlan setta eina trýsttanga-operatør útbúgving á stovn. Útbúgvingin er serliga ætlað kavarahjálparum og kavarum, ið hava tørv á at brúka eitt trýstkamar í samband við kavaraarbeiðið.

Um ein kavari arbeiðir djúpari enn 30 metrar ella soleiðis, at kravd trýstlætting er longri enn 20 minuttir, so skal ein trýsttangi vera á kavarastaðnum, sambært galdandi kunngerðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo